|
ÁVARING! Sera skakandi myndi: Djórapínsla í Suðuroy Nú vit øll gleðast um, at fittu smálombini eru byrjað at koma til verðina, vilja vit í Djóraverndarfelagnum eisini vísa á myrkastu síðuna av hesi gleðistíð. Djóraverndarfelagið visir við hesum tíðindaskrivi á djórapínslu í Suðuroy. Djóraverndarfelagið fekk fyrstu fráboðanina um málið týsdagin 20. apríl. Fólk høvdu sæð, at eitt smálamb gekk og manglaði ein part av øðrum forbeininum, sum eisini sæst á myndunum. Lambið gekk úti saman við mammu síni. Eisini varð sagt fyri Djóraverndarfelagnum, at eigarin var vitandi um lambið, sum hevði verið yvirkoyrt, og at lambið hevði brotið beini. Eigarin hevði síðani tikið og kappað av brotna beininum, og slept lambinum leysum aftur.
Djóraverndarfelagið hevur víst myndirnar fyri djóralækna, og út frá myndunum ber ikki til at siga um beinið er kappað av, men tað sæst, tá ið djóralæknin sær lambið sjálvt. Djóralæknin sigur tó, at undir ongum umstøðum eigur lambi at ganga á tílíkan hátt. Sambært fráboðanarskipanini hjá Djóraverndarfelagnum hevur lambið gingið soleiðis í Suðuroy í 2 dagar. Djóraverndarfelagið harmast um, at lambi hevur gingið so leingi. Djóraverndarfelagið royndi, so skjótt fráboðanin um lambið kom til felagið at fáa fólk í suðuri at finna lambið. Fólk vóru úti og leitaðu – hetta hevur tí ikki eyðnast fyrr enn í dag, tá ið eitt fólk hjá Djóraverndarfelagnum fann lambið. Málið var beinanvegin meldað til løgregluna. Eigarin møtti upp á staðnum og avlívaði lambið. Sambært Djóraverndarlógini er tað ábyrgdin hjá eigaranum at geva sínum kríatúrum ta viðgerð tey hava tørv á. Út frá myndunum sæst heilt greitt, at soleiðis er ikki borið at í hesum føri, og tí er tað brot á Djóraverndarlógina. Er tað hald í uppáhaldinum um, at eigarin sjálvur hevur kappað eitt petti av beininum av, er hettar enn eitt brot á Djóraverndarlógina. Ein tílík skurðviðgerð skal fremjast av djóralækna - tá verður lambið doyvt og penicilin verður givið. Málið er meldað til løgregluna, málið verður avgreitt hjá løgregluni og sent til fútan. Djóraverndarfelagið fylgir málinum víðari
|