Banner

Tíðindabræv

Lat pening

Hjálp okkum at hjálpa djórunum allur stuðul er kærkomin :)
Donate:
  Monthly Monthly
Currency
Amount
Banner
Djórapinsla í Suðuroy
Friday, 03 December 2010 18:30

ÁVARING! Sera skakandi myndi: Djórapínsla í Suðuroy Nú vit øll gleðast um, at fittu smálombini eru byrjað at koma til verðina, vilja vit í Djóraverndarfelagnum eisini vísa á myrkastu síðuna av hesi gleðistíð. Djóraverndarfelagið visir við hesum tíðindaskrivi á djórapínslu í Suðuroy.
Djóraverndarfelagið fekk fyrstu fráboðanina um málið týsdagin 20. apríl. Fólk høvdu sæð, at eitt smálamb gekk og manglaði ein part av øðrum forbeininum, sum eisini sæst á myndunum. Lambið gekk úti saman við mammu síni. Eisini varð sagt fyri Djóraverndarfelagnum, at eigarin var vitandi um lambið, sum hevði verið yvirkoyrt, og at lambið hevði brotið beini. Eigarin hevði síðani tikið og kappað av brotna beininum, og slept lambinum leysum aftur.

Djóraverndarfelagið hevur víst myndirnar fyri djóralækna, og út frá myndunum ber ikki til at siga um beinið er kappað av, men tað sæst, tá ið djóralæknin sær lambið sjálvt. Djóralæknin sigur tó, at undir ongum umstøðum eigur lambi at ganga á tílíkan hátt.
Sambært fráboðanarskipanini hjá Djóraverndarfelagnum hevur lambið gingið soleiðis í Suðuroy í 2 dagar. Djóraverndarfelagið harmast um, at lambi hevur gingið so leingi. Djóraverndarfelagið royndi, so skjótt fráboðanin um lambið kom til felagið at fáa fólk í suðuri at finna lambið. Fólk vóru úti og leitaðu – hetta hevur tí ikki eyðnast fyrr enn í dag, tá ið eitt fólk hjá Djóraverndarfelagnum fann lambið. Málið var beinanvegin meldað til løgregluna. Eigarin møtti upp á staðnum og avlívaði lambið.
Sambært Djóraverndarlógini er tað ábyrgdin hjá eigaranum at geva sínum kríatúrum ta viðgerð tey hava tørv á. Út frá myndunum sæst heilt greitt, at soleiðis er ikki borið at í hesum føri, og tí er tað brot á Djóraverndarlógina. Er tað hald í uppáhaldinum um, at eigarin sjálvur hevur kappað eitt petti av beininum av, er hettar enn eitt brot á Djóraverndarlógina. Ein tílík skurðviðgerð skal fremjast av djóralækna - tá verður lambið doyvt og penicilin verður givið. Málið er meldað til løgregluna, málið verður avgreitt hjá løgregluni og sent til fútan.
Djóraverndarfelagið fylgir málinum víðari

 
Høpisleyst at seta havnarfólk upp ímóti bygdarfólki
Friday, 03 December 2010 18:40

Grein eftir Áka Bertholdsen - This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it - Sosialurin

DJÓRAPÍNSLA: Tað er heilt burturvið at gera djórapínslu til ein samanbrest ímillum føroyska bygdamentan og havnarfólk, sum onki hava skilt av nøkrum, heldur Rúni Nielsen í Djóraverndarfelagnum

- Djórapínsla hevur onki við gamla føroyska mentan at gera. Tað hevur heldur onki við tað at gera, at havnarfólk ikki skilja bygdarfólk. Tað staðfestir Rúni Nielsen, næstformaður í Djóraverndarfelagnum.
Fyri kortum var eitt mál nógv umrøtt, har ein bóndi hevði tikið beinið á einum smálambi, sum var yvirkoyrt.

Tá hevði bóndin hug at bagatellisera málið og í sjónvarpinum gjørdi hann tað til ein samanbrest ímillum gamla, føroyska bygdarmentan og fólkini á bonaðu gólvunum í Havn, ið hava mist sambandi við gamla, føroyska mentan.

Men hetta er eitt sjónarmið, sum næstformaðurin í Djóraverndarfelagnum afturvísur upp á tað harðasta.
- Tað er í fínasta lagi, at fólk drepa djór til matna. Tí hevur djóraverndarfelagið ongantíð talað at hvørki haruveiði, slakti og grindadrápi, tí tá ið vit búgva í Føroyum, er tað ein partur av lívinum, at dýr verða dripin til matna.

- Men øll hava krav upp á eitt virðiligt lív – og ein virðiligan deyða, bæði menniskju og dýr, sigur hann.

Sláa upp í glens
Hann sigur tí, at ein stór avbjóðing hjá teimum í Djóraverndarfelagnum er at fáa fólk at broyta hugburð til dýr.

Hann staðfestir eisini, at tað eru ikki so nógv havnarfólk limur Djóraverndarfelagnum. Og nógv av teimum havnarfólkum, sum eru limir í felagnum, eru nettupp bøndur og onnur, sum eru von við djórahald.

- Hinvegin eru flestu av limunum í Djóraverndarfelagnum, bygdarfólk um ein háls, sum eisini eru von við at hava dýr og sum eru von við at drepa djór til matna.

- Tað eru nógv, sum tíverri bara sláa djórapínslu upp í glens, og siga, at hatta eru bara havnarfólk, sum bara kunnu fara í køldiskarnar í handlinum eftir kjøti og sum hava mist sambandi við gamla, føroyska mentan.

- Í veruleikanum er hetta tað sama sum at siga, at bygdarfólk hava onga virðin fyri djórum og tað góðtaki eg ikki.

Rúni Nielsen sigur, at Djóraverndarfelagið er altso ikki bara fyri býarfólk við ektaðum, nýgreiddum rasuhundum. Tvørturímóti er ein grund til at fólk vilja vera limur í Djóraverndarfelagnum, at tey halda, at dýr hava krav upp á virðing, eisini tá ið tey verða dripin, sigur hann.

Les eisini greinina: Tey skuldu skamma seg

Sosialurin.fo - Hósdagur 8. juli 2010 - kl. 15:0